Umframt okkara høvuðsvøruúrval bjóðar JSS eisini aðrar vørur og tænastur eftir tørvi. Vit arbeiða fyri at finna røttu loysnina til hvønn einstakan kunda og leggja dent á góða ráðgeving og álítandi tænastu.
Vit umboða MBM Búrøkt í Suðuroy og kunnu tí veita somu vørur sum meginøkið, m.a. fóður, seyðaútgerð og arbeiðstól.
Vit hava stóra goymslu av filtrum, kílareimum, hydraulikfittings og slangum og kunnu tí eisini gera nýggjar slangur eftir tørvi.
Tað ber eisini til at taka passmyndir hjá okkum, so tað er bara at støkka inn á gólvið.
Hjá JSS fært tú eitt breitt úrval av vørum og tænastum. Ja, vit selja mangt og hvat.