Vørur og Tænastur

JSS bjóðar eitt breitt úrval av vørum og tænastum til vinnu, almennar stovnar og privat. Vit leggja dent á góðsku, álítandi veiting og góða tænastu. Við drúgvum royndum og einum fjølbroyttum vøruúrvali hjálpa vit kundum at finna røttu loysnina til teirra tørv.

Eitt stað í Suðuroy, har ið tú finnur alt, ið tær tørvar.

Alt til vinnuna

Arbeiðsklæðir og bjargingarvestar

Vit hava arbeiðsklæðir og trygdarútgerð til nógv ymisk arbeiðsøki. Dentur verður lagdur á góðsku, komfort og trygd, soleiðis at starvsfólk eru væl vard gjøgnum arbeiðsdagin.

Reingerð og pappír

Vit bjóða eitt breitt úrval av reingerðarvørum og pappírsvørum til vinnu og almennar stovnar. Við røttu vørunum verður gerandis reingerðin bæði effektiv og einføld.

Pakkitilfar

JSS veitir pakkitilfar til bæði smáar og stórar uppgávur. Vit hava loysnir, sum verja vørurnar undir flutningi og gera pakkingina einfalda og effektiva.

Battarí og løðarar

Vit hava eitt gott úrval av battaríum og løðarum til ymisk endamál. Hvørt tú hevur tørv á loysnum til arbeiðsamboð, akfør ella aðra útgerð, kunnu vit hjálpa tær at finna eina hóskandi loysn.

Mest dámdu vørurnar

Kurvin
Enquiry Cart
Enquiry Cart ×
Loading....